Vinnuvitan og SamVit eru komin ásamt um í felag at menna ein netverksportal har føroyingar og føroyavinir búsitandi uttanlands, sum á ein
ella annan hátt hava tilknýtið til Føroyar kunna skráseta seg við sínum førleikum.
Netverk.fo skal vera eitt virtuelt netverk har persónar hava møguleika fyri at skráseta seg við upplýsingum um fakligar
førleikar, royndir og áhugamál. Endamálið er at gera tað lættari at finna skikkaðar persónar til t.d. ávísar uppgávur og størv.
Seinru árini hevur mangan verið staðfest, at tørvur er á einari databasu yvir allar føroyingar uttanlands og teir mongu
føroyavinir, sum búgva runt um í heimi. Tað er serliga til tvey ymisk endamál, at hetta hevur verið nevnt. 1. Tá føroysk
virkir hava fyrispurningar um eina ávísa vitan, t.d. ein ávísan marknað og fegnar vilja í samband við onkran við hesari
vitan og 2. tá leitað verður eftir føroyingum við eini serligari vitan til eitt starv í Føroyum.
Tað hevur víst seg, at tílík netverk hava haft stóran týdning fyri mennig og nýskapan í øðrum londum. T.d. brúktu skotar
tílík netverk,tá teir skuldu branda skotskt whiskey runt í heiminum og tað sigst, at stóri vøksturin í Ìrlandi partvís
stavar frá tiltøkum , sum hava skapt eina stóra patriotismu mótvegis Ìrlandi ì USA.