Vælkomin til beta test av Netverk.fo

Vinnuvitan og SamVit hava í felag ment ein netverksportal, har føroyingar og føroyavinir heima og uttanlands kunnu skráseta seg við sínum førleikum. Netverk.fo er eitt virtuelt netverk har persónar kunnu skráseta seg við upplýsingum um fakligar førleikar, royndir og áhugamál. Endamálið er at gera tað lættari at finna skikkaðar persónar til t.d. ávísar uppgávur og størv, og vónandi tvífalda fólkatalið í Føroyum.

Kemur tú framá okkurt, ið ikki tykist at virka eftir ætlan, ella sum tú kundi hugsað tær var gjørt á annan hátt, so trýst á knøttin "Feedback", ið er at finna ovast á síðuni. Tá hevur tú møguleika at senda okkum eini beinleiðis boð um júst ta síðuna/funkuna, ið tú er staddur á.

Gevið gætur, at skipanin í løtuni er í beta test, og at feilir kunnu vera í skipani. Øll nýtsla er undir egnari ábyrgd.

Til teirra, ið hava fingið eina innbjóðing til at vera við í beta testini av netverk.fo, vilja vit bjóða tykkum vælkomin! Víst verður tó á, at sjálvt um tú skrásetti teg frammanundan at fáa boð um skipanina, so verður tú noyddur at skráseta teg sum brúkara av skipanini við at trýsta á "Skráset vanligan brúkara" knøttin omanfyri.




Nýggj størv Seinastu bloggarnir

Fleiri størv
Fleiri bloggar